23. Mars 2026 | Hotel BrandanVitlíki, Algoritmur & Val
Hvussu ávirkar AI fólkaræðið?
Í eini tíð við bæði fólkatingsvali og løgtingsvali hevur talgilda upplýsingarumhvørvið størri týdning enn nakrantíð. Vitlíki (AI) og algoritmur ávirka, hvat vit síggja, hvat vit lesa, og hvussu politisk boð verða raðfest, tulkað og spjadd.
Á hesum skeiðinum kanna vit, hvussu generativt vitlíki og algoritmiskar skipanir mynda demokratiska kjakið. Vit seta sjóneykuna á, hvussu syntetiskt innihald verður framleitt, hvussu innihald verður raðfest á talgildum pallum, og hvussu dátugrundarlag, vekt og designval kunnu hava avgerandi árin á niðurstøður og tulkingar.
Skeiðið sameinir teoretiska fatan og praktiska venjing. Luttakarar arbeiða við einum konkretum dømi og læra, hvussu ein algoritmisk samanbering verður bygd og tulkað – og hvussu smáar broytingar í kriterium og dátugrundarlagi kunnu broyta heildarmyndina.
Endamálið er ikki at ávirka politisk sjónarmið, men at styrkja kritiska fatan og geva djúpari innlit í, hvussu vitlíki kann ávirka eitt demokratiskt samfelag – serliga í eini valstríðstíð.
Skeiðið er politiskt neutralt og ætlað øllum, ið hava áhuga í samspælinum millum tøkni, miðlar og fólkaræði.
Skeiðið verður hildið á Hotel Brandan í hølinum Meksiko tann 23. mars frá kl. 09.00–16:00.
Luttøkugjaldið fevnir mat og drekka, herundir morgunmat, frukt og okkurt søtt fyrrapart, miðmála við dagsins rætti og salati, seinnapartskaffi við køku, kaffi, te og ísvatn allan dagin.
Hvar og nær?
Undirvísari
Rógvi Sivertsen er sjálvstøðugur ráðgevi við sergrein innan service design, brúkaraupplivilsi og talgilding. Seinastu árini hevur hann starvarst í Keypmannahavn innan ymiskar geirar, eitt nú: heilsuverki, fíggjarheimin og fintech umhvørvi
Melda til skeið
Prísur:
3.495,00
Treytir
Luttøkugjaldið skal rindast eftir móttøku av faktura og áðrenn skeiðið byrjar. Tilmelding er bindandi. Um avboð verða givin seinni enn 7 dagar áðrenn skeiðsbyrjan, verður luttøkugjaldið ikki afturrindað. Tó kann luttøkan flytast til annan persón eftir avtalu.
Fyriskiparin tilskilar sær rætt til at avlýsa skeiðið, um luttøkan er ov lítil. Í slíkum føri verður luttøkugjaldið afturrindað fult út.